Seatravel.fo
Seatravel.fo
Seatravel.fo

Hug at sigla við ferðafólkum?

Seatravel.fo í Sørvági leitar eftir skipara og ferðaleiðara!

Hevur tú hug at arbeiða á sjónum og geva ferðafólki eina serliga uppliving í føroysku náttúruni? So er hetta møguleikin fyri teg!

Um okkum:

Seatravel.fo er ein føroyskur ferðavinnuveitari, ið siglir túrar úr Sørvági til nøkur av vakrastu og mest sermerktu støðunum í Føroyum – m.a. Drangarnar, Tindhólm, Múlafoss og aðrar náttúruperlur.

Vit bjóða eksklusivar túrar við bátum við pláss fyri upp til 10 ferðafólk. Hesir bátar eru væl egnaðir til friðarligar og upplýsandi túrar, har gestir úr øllum heiminum sleppa at uppliva serstøku føroysku náttúruna frá sjónum – við góðum komforti.

Í 2023 vunnu vit heiðurin “Ársins nýbrót” frá Ferðavinnufelagnum – ein staðfesting av okkara dygd, nýhugsan og sterku menning í føroysku ferðavinnuni.

Um starvið:

Tú ert bæði skipari og ferðaleiðari – tú stýrir bátinum og greiðir frá um náttúru, søgu og mentan.

Starvið er fleksibult part- ella fulltíðarstarv (apríl–september) – t.d. um tú gongur í skúla, arbeiðir á sjónum og hevur frí millum túrar, ella bara vilt forvinna eyka. Arbeiðið kann vera bæði um dagin, kvøld og í vikuskiftum. Grundløn + eyka gjald fyri túrar.

Vit vænta, at tú hevur:

• Prógv sum skipari ella dugnaskapsroynd

• Galdandi heilsuprógv og trygdarskeið (STCW)

• Góð samskiftisevni á føroyskum og enskum

• Áhuga fyri náttúru

• Evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Vit bjóða:

• Eitt fjølbroytt og spennandi starv

• Arbeiði í vøkrum og livandi umhvørvi

• Løn sambært avtalu

Umsókn og kunning:

Send umsókn til seatravel@seatravel.fo

Ring til Elias Davidsen á tlf. 286878

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

skipari og ferðaleiðari

Krøv til útbúgving og førleikar

Prógv sum skipari ella dugnaskapsroynd

Ágóðar við starvinum

Fleksibult part- ella fulltíðarstarv

Lýsing er stovnað6. mars 2026
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.FyrstuhjálpPathCreated with Sketch.HeilsuprógvPathCreated with Sketch.Trygdarskeið
Arbeiðsumhvørvi
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki