Bakkafrost
Bakkafrost
Bakkafrost

Opin umsókn til smoltstøðina í Skálavík

FISKARØKTARI (smoltalari)

Sum fiskarøktari eru uppgávurnar m.a. at røkta fiskin, stýra vatngóðskuni og virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð. Tú kemur at røkta fiskin frá rogni til hann er klárur at seta á sjógv. Tá ið smoltstøðin verður tikin í brúk, fara fiskarøktararnir at arbeiða í vaktarskipan. Tað verður møguligt at búgva á støðini, tá ein hevur vakt.

MASKINFÓLK

Sum maskinfólk á smoltstøðini verða uppgávurnar m.a. at viðlíkahalda maskinur og tekniska útgerð, at arbeiða við luft-, oxygen- og UV-skipan, skráseting í viðlíkahaldsskipan (OPUS) og virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð. Maskinfólkið er útbúgvið maskinmeistari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Tá ið smoltstøðin verður tikin í brúk, verður arbeitt í vaktarskipan, sum er skipað eftir føstum mynstri við arbeiðsvikum frá 8-16, tilkallivakt og fríviku.

SMOLTMENNARI

Sum smoltmennari verður tú partur av dagliga arbeiðinum á smoltstøðini. Smoltstøðin arbeiðir eftir strongum góðskuskipanum, og sum smoltmennari skal ein tryggja, at smoltstøðin lýkir øll ásett krøv, at mannagongdir á innaneftirlitsøkinum verða mentar o.a. Smoltmennarin hevur útbúgving sum lívfrøðingur, kemiverkfrøðingur, mikrobiologur, matverkfrøðingur, framleiðslu­verkfrøðingur ella líknandi.

ÁHUGAÐ/UR? Send umsókn við at trýsta á 'Søk'.

GG! Starvsfólk verða sett so hvørt, sum tørvur verður á tí, og ikki fyrr enn smoltstøðin er liðug, vænta vit at seinastu størvini verða sett.

Lýsing er stovnað3. februar 2026
Umsóknarfreist1. juni 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Skálavík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki