Naviair
Naviair
Naviair

AFIS Operatør í Torninum á Flogvøllinum

Kundi tú hugsað tær at blivið útbúgvin til AFIS-operatør, ella hevur tú longu útbúgvingina, so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.


Naviair hevur sáttmála við Vága Floghavn um veiting av AFIS-tænastu til brúkarar, sum flúgva uppá Vágar. Vágar AFIS er ein partur av flúgvitrygdartænastuni Naviair, sum umframt at veita loftferðslutrygdartænastu í Danmark eisini veitir hesa tænastu í Grønlandi.


Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita flogvallarflúgviupplýsingartænastu (Aerodrome Flight Information Service – AFIS), flúgviupplýsingartænastu, alarmeringstænastu og veðureygleiðaratænastu.

Krøv til útbúgving og førleikar
  • Tú hevur ein vælmentan samstundisførleika, tvs. kanst arrbeiða við fleiri tingum í senn.
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, hevur yvirlit og ert virkisfúsur og forvirkin (proaktiv).
  • Tú klárar eina upptøkuroynd, sum er miðað til AFIS-arbeiðið.
  • Tú klárar útbúgvingina til AFIS-operatør ella tú hevur galdandi AFIS-prógv.
  • Tú samskiftir væl á enskum og donskum.
  • Tú hevur KT-førleikar á brúkarastigi.
Ágóðar við starvinum

Miðal arbeiðsvikan er 37 tímar.

Undir útbúgving til AFIS-operatør er lønin umleið 26.700 kr. um mánaðan uttan pensión.

Aftaná endaliga útbúgving er byrjunarlønin umleið 41.800 kr. um mánaðan íroknað tilkalliviðbót og uttan pensión.

Lýsing er stovnað1. August 2025
Umsóknarfreist19. August 2025
Løn (um mánaðin)40.000 - 50.000 DKK
Málslig krøv
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Vága Floghavn, Sørvágur 380, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki