

Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.


Bakkafrost
Bakkafrost er størsti framleiðari av dygdarlaksi úr Føroyum. Vit hava eina rúgvu av heilsugóðum og dygdargóðum laksaúrdráttum frá okkara egnu virkjum. Bakkafrost er ein av teimum alifyritøkum í heiminum, sum er mest loddrætt samskipað. Bakkafrost hevur eftirlit við øllum liðum í framleiðsluni – frá fóðri til lidna virðisøkta vøru. Hetta tryggjar eitt sporføri, sum eingin annar megnar, umframt dygdargóðsku.


Várperla
Várperla er ein blómuhandil, ið er staðsettur í nýggja og stásiliga bygninginum í Borg á Glyvrum. Vit veita blómur, blómutyssir, urtagarðsplantir, prýðislutur, kransar og nógv annað til eitthvørt høvi.


Sunda kommuna
Sunda kommuna fevnir um 11 bygdir í Eysturoynni og Streymoynni við yvir 1.820 borgarum.


Runavíkar Kommuna
Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir við til samans 4400 borgarum


JYSK
Í JYSK fært tú alt inn- og útibúgv. Okkara stóra úrval ger tað lætt, og stuttligt hjá tær at fáa íblástur til designið, sum fer at hugna tær heimið. Í meiri enn 30 ár hava vit leiðbeint kundum okkara til góðar, og varandi loysnir fyri ein lagaligan prís.


Heilsufrøðiliga starvsstovan
Vit fyribyrgja at fólk gerast sjúk av mati. Vit tryggja djóravælferðina. Vit veita álítandi og altjóða góðkendar kanningar.


Føroya Banki
Føroya Banki er eitt sterkt fíggjarsamtak við bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi umframt tryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi í Føroyum.


Borg
Á deildum okkara í Tórshavn, Klaksvík og á Glyvrum hava vit stórt úrval av amboðum til byggivinnuna og privat fólk. Vit kunnu bjóða dygdaramboð til timburmannin, sum brúkar amboðini hvønn dag, og góðar og bíligari loysnir til tann, sum loysir uppgávur við hús. Vit veita byggitilfar til allar byggiuppgavur. Er tørvur á heildarloysnum og ráðgeving, ber til at seta seg í samband við okkum. Vit geva fegin eitt óbindandi tilboð. Í Borg í Tórshavn, Klaksvík og á Glyvrum finnur tú eisini m.a. køkar, hvítvørur og baðirúmsmøblar.


La Goulette | Sentrum | Tasty
La Goulette hevur veitt føroyingum kvalitets mat síðani 2012. La goulette hevur 3 matstø


Gist & Vist
Hjá Gist & Vist arbeiða vit við einum felags máli: at skapa minniligar upplivingar fyri gestir okkara. Vit reka fleiri hotell og matstovur við hvør sínum eyðkenda samleika og dygdum, men hava eisini felags virði, ið savna okkum – blíðskapur, yrkiskunnleiki og sterkt samstarv. Sum størsta samtakið í føroysku gistingar- og matstovuvinnuni leggja vit dent á at veita tænastu í serflokki. Hvørt hotell og hvør matstova í samtakinum hevur sín serliga samleika, mentan og dygdir, ið gera hvørja uppliving heilt serstaka fyri gestir okkara.


Virkishúsið við Ánna
Virkishúsið við Ánna er opið hvønn gerandisdag og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum. Virkishúsið er fyri børn og ung í aldursbólkinum frá 3. flokk til 18 ár.


Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn er loftvegis portrið, sum tryggjar Føroyum skjótt og effektivt flogsamband við umheimin


Ríkisumboðið
Ríkisumboðið í Føroyum er ein stovnur undir danska forsætisráðnum. Ríkisumboðið er evsta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum og bindiliðið millum heimastýrið og ríkismyndugleikarnar. Ríkisumboðið hevur sæti á Løgtingi og kann vera við í samráðingum um øll felagsmál, tó uttan atkvøðurætt. Høvuðsuppgávurnar hjá Ríkisumboðnum eru millum annað: Viðgerð av fleiri lóggávumálum, undir hesum at seta ríkislóggávu í gildi í Føroyum. At lata danska forsætisráðnum regluligar frágreiðingar um áleikandi búskaparlig og politisk viðurskifti í Føroyum. At røkja uppgávur í sambandi við val í Føroyum til Fólkatingið og møguligar fólkaatkvøður, sum Fólkatingið avger. At vera við at skipa fyri vitjanum hjá Kongshúsinum, Fólkatinginum, donsku stjórnini o.ø. og at vera við á fundum í hesum sambandi. At orða tvey rit: Ársfrágreiðing fyri Føroyar, ið hevur dagførda frágreiðing um føroysk samfelagsviðurskifti, og lógarskrá fyri Føroyar. Tilmæli um kongligar sømdir. Avgreiðsla hjá Dansk-Færøsk Kulturfond umframt at røkja nevndarformanssessin í grunninum. At viðgera umsóknir um frían rættargang. At viðgera umsóknir um heimarætt hjá norðurlendskum ríkisborgarum. At røkja uppgávur í sambandi við at løggilda skjøl.


Nordic Aqua Partners
Nordic Aqua Partners er ein altjóða fyritøka við skrivstovu í Tórshavn og framleiðsu í Kina. Her koma altjóða serfrøði og staðbundin vitan saman fyri at skapa og menna tað, ið frameftir skal mynda burðardygga leistin fyri laksaaling á landi í Kina - heimsins størsta sjógætismarknaði.


Intersport Tórshavn
Hjá INTERSPORT vilja vit duga best at tæna ítróttarfólki við tí bestu vøruni og tí bestu leiðbeiningini. Vit eru ein partur av heimsins størstu ítróttarketu við meira enn 5.400 handlum í 44 londum. INTERSPORT er ein av Føroya størstu ítróttarhandlum. Vit hava tríggjar handlar, og vit eru í fúkandi menning.









