Smyril Line
Smyril Line
Smyril Line

Barnaundirhaldari til Norrönu

Dugir tú at fáa børn at flenna, dansa og gloyma tíð og stað? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Í summar skalt tú – saman við einum royndum barnaundirhaldara – gera túrin hjá børnunum umborð á Norrönu til eitt ævintýr. Andlitsmáling, skattaveiða, søgur, dansur – bara hugflogið setir mørk.

Vit ímynda okkum, at tú:

• Elskar at fáa børn at smíla og flenna
• Torir at standa á palli – eisini í búna
• Dugir føroyskt og enskt

Er tú klár/-ur til eitt summar við spølum og søgum, sum børnini fara at minnast leingi?

Send okkum eina umsókn umvegis frymlin niðanfyri – vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss, har stórur dentur verður lagdur á hugna og samanhald. Samstundis er møguleiki at menna seg og at uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi.

Setanarviðurskifti
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri handilsskip.

Talan er um tíðaravmarkað starv, frá 29. juni 2025 til 17. august 2025. Tit verða tveir barnaundirhaldarar, og tú fer at hjálpa viðkomandi, sum hevur høvuðsábyrgdina.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 11. mai 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Randi Nolsøe á receptionmanager@norrona.fo ella á tel. 344845.

Lýsing er stovnað28. April 2025
Umsóknarfreist11. May 2025
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Smyril Line, 1 Yviri við Strond, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki