P/F Frost
P/F Frost
P/F Frost

Elektrikaralærlingur

Ert tú ágrýtin, hevur áræði, og hevur hug og hegni at arbeiða við handaligum arbeiði, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

P/F Frost søkir eftir einum dugnaligum og álítandi elektrikaralærlingi at byrja skjótast gjørligt.

P/F Frost er eitt virki, sum tænir bæði fiski- og alivinnuni, byggi- og flutningsvinnuni og tænastuvinnuni. Virksemið hjá P/F Frost fevnir um alt frá smærri umvælingum til veitan av heildarloysnum innan øll sløg av køli-, frysti- og klimaskipanum.

Lærutíðin er 4 ár, men kann styttast, um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið.

Skúlagongdin er í Føroyum.

Førleikakrøv.

Vit vænta at umsøkjarin

· Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd.

· Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn.

· Hevur koyrikort til persónbil.

· Tað er ein fyrimunur um tú hevur SIT.

Vit kunnu bjóða.

· Eitt spennandi arbeiðspláss í menning.

· Skipaða upplæring.

· Nógvar og fjølbroyttar uppgávur.

· Góðar arbeiðsumstøður.

Løn sambært avtalu.

Vilt tú vita meira, so ert tú vælkomin at spyrja okkum. Umsóknir og spurningar um læruplássi skulu sendast til niclas@frost.fo. Tú kanst eisini spyrja teg fyri á tel. 217811.

Lýsing er stovnað12. August 2025
Umsóknarfreist1. September 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
42 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki