Betri Trygging
Betri Trygging
Betri Trygging

Fíggjar- og greiningarfólk

Dámar tær tøl, dátur og greiningar, og kundi tú hugsað tær at vera partur av eini fyritøku við góðum trivnaði, fakligum frælsi og ávirkan?
So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Um starvið:
Tú fært eitt fjølbroytt og ábyrgdarfult starv, har tú m.a. kemur at arbeiða við:
• Innan- og uttanhýsis fíggjarrapporteringum
• Røkt og skráseting av keyp og sølu av virðisbrøvum
• Gera upp íløguavkast, skaðatiltøk og krøv hjá endurtryggjarum
• Uppgerð av solvens
• Fíggjargreiningum og fráboðanum til leiðslu og myndugleikar
• Rapporteringar til nevnd

Vit vænta, at tú:
• Hevur viðkomandi útbúgving (HD, HA, Cand.merc ella líknandi)
• Hevur góðan førleika innan KT-amboð til fíggjar- og datagreining
• Hevur áhuga og dugnaskap til at arbeiða við greiningum og dátum
• Dugir væl at orða teg bæði munnliga og skrivliga
• Arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd, og hartil trívist við toymisarbeiði
• Ert góð/ur at skipa tína tíð og halda freistir

Tú kanst vænta:
• Eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.
• Partvís møguleika fyri at byggja starvið upp og mynda tað frameftir.
• Dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum.
• Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum.
• Starvið verður sett skjótast til ber - ella tá rætti umsøkjarin er funnin.

Um Fíggjardeildina:
• Fíggjardeildin hjá Betri Trygging hevur ábyrgd av m.a. dagliga bókhaldinum, roknskapargerð, fíggjargreiningum og fráboðanum til myndugleikar. Á deildini starvast 7 dugnalig og roynd starvsfólk saman við fíggjarstjóranum. Vit leggja dent á gott samstarv, fakliga menning og dygdargóð úrslit.
Samband:
Hevur lýsingin av starvinum fangað tín áhuga, send okkum so tína umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi 14. juli.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Heina Joensen, fíggjarstjóra á 548 577 ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 548 575.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.


Lýsing er stovnað13. June 2025
Umsóknarfreist14. July 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
1 Kongabrúgvin, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki