Havsbrún
Havsbrún
Havsbrún

Framleiðslufólk til Havsbrún

Havsbrún søkir eftir framleiðslufólki

Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er hetta kanska eitt starv fyri teg. Í sambandi við at virksemið hjá Havsbrún veksur, tá nýggja fóðurverksmiðjan verður tikin í nýtslu, søkja vit eftir framleiðslufólki at byrja skjótast gjørligt. Sum framleiðslufólk kemur tú at arbeiða bæði á verandi fóðurdeild og á nýggju fóðurverksmiðjuni.

Arbeiðsøki

Á Havsbrún arbeiða vit í fleiri toymum. Tú verður partur av einum toymi, sum framleiðir fóður. Fóðurframleiðslan er í gongd alt samdøgrið, og arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað:

· fóðurframleiðsla

· viðlíkahald og reingerð av útgerð og framleiðsluøkjum

· aðrar fyrifallandi uppgávur

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú:

· ert væl skipað/ur og tekur ábyrgd

· dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi

· hevur grundleggjandi telduførleikar

· skilir føroyskt

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur handverksligar førleikar, kunnleika til motorar ella royndir við smiðjuarbeiði.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini fyritøku í menning. Vit leggja dent á eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mouritz L. Mohr, framleiðsluleiðara, á tlf. 22 53 75 ella Rúna Weihe, deildarleiðara, á tlf. 21 44 99.

Umsókn

Vit ynskja at seta fólk í starv sum skjótast. Umsóknir verða tí viðgjørdar leypandi, so hvørt tær koma inn. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin „Søk“ omanfyri.

Lýsing er stovnað4. august 2026
Umsóknarfreist17. august 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
48 Bakkavegur, Fuglafjørður 530, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki