HJ Asfalt
HJ Asfalt
HJ Asfalt

HJ ASFALT sóknast eftir formanni til asfaltsarbeiði

Vit sóknast eftir formanni til asfaltsarbeiði. Vit arbeiða í toymum við einum formanni og trimum arbeiðsfólki á hvørjum toymi. Saman við dugnaligum og arbeiðssomum starvsfeløgum, kemur tú at standa á odda fyri størri og smærri asfaltsuppgávum kring alt landið.

Vit vænta

· at tú hevur royndir at leiða/samskipa.

· at tú hevur koyrikort. Koyrikort til lastbil er ein fyrimunur.

· at tú dugir, at handfara maskinur av ymiskum slagi.

· at tú ert raskur/røsk, nærlagdur/nærløgd og jaligur/jalig.

· at tú ert fleksibul í sambandi við arbeiðstíðir og arbeiðsuppgávur.

· at tú hevur royndir, at arbeiða við asfalti. Tað er tó ikki eitt krav.

Vit bjóða

· eitt gott arbeiðsumhvørvi við denti á dygd, trygd og trivna.

· lærdóm og menning innanfyri fakøkið.

· góð og skipað starvsfólkaviðurskifti.

Sum formaður/forkvinna hjá HJ Asfalt kemur tú at arbeiða við asfalti, og standa á odda fyri ymisku arbeiðsuppgávunum toymið hevur. Neyðugt er seta seg inn í amboðini, ið verða brúkt í asfaltsarbeiðinum. Arbeiðið er stundum tungt og krevjandi, og tí er gott um tú ert væl fyri kropsliga.

Á vári og sumri er høvuðsárstíð og vit arbeiða nógvar tímar tilsamans. Til tíðir er neyðugt at arbeiða um náttina eisini.

Setanartreytir:

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga, set teg í samband við Leif Berg Jacobsen, stjóra, á tlf. 224383, ella umvegis teldupost: Leif@hj.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Eitt sindur um HJ Asfalt

Felagið varð stovnað í 2003 og hevur heimstað í Klaksvík.

Vit asfaltera og viðlíkahalda landsvegir, tunnlar, kommunalar vegir, útstykkingar, havnarløg, parkeringspláss og mangt annað. Harumframt loysa vit eisini ymiskar seruppgávur.

HJ Asfalt hevur m.a. asfalterað: Eysturoyartunnilin, vegir og rundkoyringar í samband við Sandoyartunnilin og Norðoyatunnilin. Landsvegir: Leynar - Stykkið, Fútaklett - Hálsin í Sandavági, Leitisveg í Miðvági, Kirkjubøarvegin, Kollafjørð - Hósvík og Oman fyri Tjørnunes. Flogbreytina hjá Vága Floghavn og vegabreytina í tunnlinum til Viðareiðis o.s.fr.

Lýsing er stovnað2. July 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
700, 49 Oyrarvegur, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki