Rúsdrekkasøla Landsins
Rúsdrekkasøla Landsins
Rúsdrekkasøla Landsins

Hjálparfólk til handil okkara í Miðlon í Tórshavn

Til handil okkara í Havn søkja vit eftir tveimum dugnaligum og arbeiðssomum hjálparfólkum. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum upp til 15 tímar um vikuna.

Arbeiði er hjálpa til við dagligu uppgávunum í handlinum, so sum at avgreiða og fylla upp vøru, sita við kassan og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Tú skal vera fylt/ur 18 ár fyri at søkja.

Vit ynskja at tú:

Ert nærløgd/lagdur

Ert fyrikomandi, vinarlig/ur og hevur eitt jaligt sinnalag

Kann arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi


Vit kunnu bjóða tær:

At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning

Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum

Upplæring í vørum og skipanum okkara

Arbeiðstíð- og stað

Tín arbeiðsstaður verður í handlinum í Miðlon í Tórshavn. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum eisini leygardagar. Neyðugt er, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira upp undir høgtíðir og til størri tiltøk.

Løn- og setanartreytir

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er sunnudagin 18. mai 2025.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kasper Skovlund, handilsleiðara í Tórshavn og á Sandi, á 290411 ella Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.

Lýsing er stovnað29. April 2025
Umsóknarfreist18. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Valfrítt
Framúrskarandi
DansktDanskt
Valfrítt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Valfrítt
Grundførleikar
Stað
67 Hoyvíksvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki