Articon
Articon
Articon

Húsasmiðir til ferðaliðið

Vilt tú seta spor eftir teg kring alt landið?

ArtiCon søkir húsasmiðir til okkara timburtoymi í Elementhøllini á Sundi – byrja skjótast gjørligt

Dámar tær at arbeiða við hondunum, síggja úrslit og ikki vera á sama staði dag eftir dag?
So er hetta starvið fyri teg.

Hjá ArtiCon verður tú partur av einum sterkum toymi, sum arbeiðir kring alt landið við fjølbroyttum uppgávum. Tit flyta tykkum saman frá verkætlan til verkætlan – og síggja arbeiðið taka skap beint fyri eygunum á tykkum.

Her er eingin dagur eins og her sæst tað, tú gert.

Hvat fert tú at gera?

Tú verður partur av einum timburtoymi, sum arbeiðir við fjølbroyttum timburuppgávum kring Føroyar:

  • Fjølbroytt timburarbeiði á ymiskum byggiplássum, eftir at timburelementir eru framleidd í Elementhøllini á Sundi og komin út á byggiplássið.
  • Nýbygging av bygningum
  • Arbeiðir tætt saman við starvsfeløgum á staðnum
  • Tryggjar dygd og framdrift í hvørjari verkætlan
  • Møguleiki er eisini at koma í eitt timburtoymi, sum er á byggiplássinum frá byrjan til endan í timburarbeiðinum. Tá er ikki talan um eitt ferðalið.

✔ Alt frá rábygging til liðugt arbeiði
✔ Bæði nýbygging og umvæling/renovering
✔ Uppgávur, sum krevja fakligan førleika og gott handverk
✔ Tætt samstarv við arbeiðsleiðslu og onnur fakøki
✔ Eitt arbeiði, har tú veruliga sært úrslitini av tínum arbeiði

Hevur tú ein góðan arbeiðsmakkara ella fleiri? Tit eru vælkomin at søkja saman!

Vit leita eftir tær, sum:

  • Ert útbúgvin húsasmiður – ella hevur viðkomandi royndir
  • Trívist við praktiskt arbeiði og skiftandi arbeiðsplássum
  • Ert fleksibul/-ur og klár/-ur at ferðast í arbeiðinum
  • Tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • Dugir væl at samstarva og hugsa í loysnir

Hvat fært tú hjá okkum?

  • Eitt arbeiði við stórari variatión – og møguleika at uppliva alt landið
  • Eitt sterkt og væl samanspælt toymi, har tú kennir teg sum part av felagnum
  • Góðar og skipaðar arbeiðsumstøður – eisini tá tit eru á ferð
  • Nútímans útgerð og greiðar mannagongdir
  • Møguleikar fyri fakligari menning og menning í starvinum
  • Kappingarføra løn og gott arbeiðsumhvørvi, har virðing, trivnaður, trygd og dygd eru í hásæti

Vilt tú hava eitt arbeiði, har tú bæði sært úrslit og upplivir nakað nýtt?
So hoyra vit fegin frá tær.

Lýsing er stovnað3. august 2026
Umsóknarfreist12. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki