
Dagstovnurin Brúsi
Brúsi er dagstovnur í Leirvík, sum varð tikin í nýtslu tann 10. august 2009. Pláss er fyri 100 børnum, og á dagstovninum starvast 24 starvsfólk.
Í september 2018 bleiv Brúsi útbygdur við einum nýbygningi. Nú eru 6 stovur í Brúsa – 3 vøggustovur og 3 barnagarðsstovur.
Stovurnar eru ljósar og stórar og hava allar eitt bólkarúm og eitt goymslurúm. Miðstovan er stór og verður nýtt til nógv felags virksemi so sum felags sangløtur og verkstað. Eisini brúka stovurnar hana einkultvís.
Spæliøkið er stórt og gott og liggur vakurt í náttúruni. Brúsá rennur oman ígjøgnum spæliplássið. Stutt er at ganga til viðarlundina Limmilund og niðan til fótbóltsvøllin.
Stovnurin er opin frá kl 07.15 til kl 17.00. Børn, sum eru innskrivað hálva tíð (fyrrapart), skulu verða avheintað í seinasta lagi kl 12.30.

Køksfólk
Søkt verður eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólki at byrja 01. oktober 2025 ella skjótast tilber.
Talan er um starv á 20 tímar um vikuna á Brúsa í Leirvík
Arbeiðsuppgávur:
- Í samráð við avvarðandi leiðarar at gera miðmála, innkeyp av húsarhaldsvørum, seta vøruna upp á pláss, gera innkeypslistar og matarætlan o.a í tí sambandi. Eisini er uppgávan hjá køksfólkinum at vaska klæðir o.a.
Persónligir eginleikar
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðssom/samur
- Fleksibul og tolir broytingar
Løn og setunarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og føðslufelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til: eystur@eystur.fo
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard, leiðara á Brúsa- telefon 730040.
Lýsing er stovnað16. September 2025
Umsóknarfreist26. September 2025
Málslig krøv

Kravt
Stað
Leirvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki