Heygabúðin
Heygabúðin
Heygabúðin

Køksstarvsfólk til matvøruframleiðslu hjá Heygabúðini 🍞🥗

Hevur tú hug at arbeiða við góðum rávørum og vera partur av einum fjølbroyttum og virkisfúsum arbeiðsplássi? So er tað kanska teg, vit leita eftir!

Vit søkja eftir køksfólki til framleiðslukøkin hjá Heygabúðini til eitt 30-tímars starv um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og eingin umsóknarfreist er.

Um starvið

Tú verður partur av framleiðslutoyminum, har tú m.a. kemur at:

  • framleiða matvørur til sølu í handlinum
  • tryggja at góðskan í vørunum er góð
  • taka lut í dagligum køks- og framleiðsluuppgávum

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur hóskandi útbúgving innan matgerð ella royndir úr líknandi starvi
  • ert røkin, nærlagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur hug at vera partur av einum toymi, har trivnaður og góðska eru í hásæti

Soleiðis søkir tú

Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, kanst tú seta teg í samband við Petru Frederiksberg, tlf. 505220 ella við telduposti til heygabudin@heygabudin.fo

Lýsing er stovnað1. July 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
29 Heygavegur, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki