
Føroya Bjór
Føroya Bjór er eitt dynamiskt og nýhugsandi arbeiðspláss, har siðbundið handverk og framkomin framleiðslutøkni ganga hond í hond. Við meira enn 135 árum á baki er bryggjaríið ikki bara ein av elstu vinnufyritøkunum í landinum, men eisini eitt stað, har starvsfólk fáa møguleika at mennast og vera partur av eini fyritøku í støðugari menning.
Sum familjufyritøka hevur Føroya Bjór ein sterkan felagsskap, har samanhald, ábyrgd og álit eru í miðdeplinum. Her verður dentur lagdur á eitt trygt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk kenna seg hoyrd og virðismett.
Fyritøkan hevur í nógv ár verið ein leiðandi aktørur á føroyska marknaðinum, og við støðugari nýskapan innan øl, sodavatn og sterkar løgir er arbeiðið bæði spennandi og fjølbroytt. Starvsfólk fáa møguleika at arbeiða við framleiðslu, góðsku, marknaðarføring og sølu í einum arbeiðsplássi, sum raðfestir bæði menning og trivnað.
Við støðugum íløgum í burðardyggar loysnir og framkomna framleiðslu er Føroya Bjór ein fyritøka, sum ikki bert heldur fast í sínum arvi, men eisini hyggur fram móti framtíðini – saman við sínum starvsfólkum.

Lastbilførari og goymslufólk til Føroya Bjór í Havn
Lastbilførari / goymslufólk til Føroya Bjór í Havn
Til okkara dugnaliga toymi í Havn leita vit eftir einum ágrýtnum starvsfelaga til Lastbilin- og goymsluna.
Arbeiðsuppgávurnar umfata m.a.
- At pakka og avgreiða ordrar
- At koyra vøru út til kundar
- Arbeiðið á goymslu
- Aðrar fjølbroyttar uppgávur.
Er tað kanska tær vit leita eftir?
- Tú ert arbeiðssamur, álítandi og hevur ein jaligan hugburð til toymisarbeiðið og sjálvstøðugar arbeiðuppgávur.
- Tú ert fleksibul og tolir eitt arbeiðið, har ferðin er høg og eyka tøk eisini mugu takast.
Um spurningar eru, vinaliga skriva til sóley á soleyhg@foroyabjor.fo tel. 295418
Starvið verður sett skjótast gjørligt, tá ið rætti umsøkjarin er funnin.
Lýsing er stovnað18. september 2026
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki