Articon
Articon
Articon

Meira enn bara betong

Arbeiðsfólk til betongarbeiði

Forskalling, jarnbinding og stoyping – hjá okkum ert tú við til at skapa grundarlagið undir spennandi byggiverkætlanum.

Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi, har tú fært nýggjar avbjóðingar hvønn dag?

Vit leita eftir álítandi og arbeiðssomum starvsfólki til betongarbeiði á okkara byggiplássum. Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum og fáa møguleika at mennast í einum tryggum og skipaðum arbeiðsplássi.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Nútímans útgerð.
  • Eitt fjølbroytt og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Persónlig og fakliga førleikamenning.
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
  • Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

Arbeiðsøkini innan betong eru:

  • Gera klárt at forskalla
  • Forskalla
  • Binda og bukka jarn
  • Gólvstoyping
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tín vangamynd

  • er røkin og álítandi
  • er arbeiðsom/-samur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • Trívist væl at arbeiða úti

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Lýsing er stovnað3. september 2026
Umsóknarfreist14. september 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki