

Námsfrøðilig størv í Runarvíkar kommunuskúla skúlaárið 25/26
Námsfrøðilig størv í Runavíkar kommunuskúla skúlaárið 2025-2026
Hesi størv verða lýst leys:
• 2 tíðaravmarkað størv í skúlanum á 880 árstímar (lønarbrot 0,5)
- Endaliga tímatalið og setanin til tað eina tíðaravmarkaða starvið verður
ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2025.
Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum í flokkunum.
• 1 tíðaravmarkað starv í Sertoyminum á 1496 árstímar (lønarbrot 0,85)
- endaliga tímatalið og setanin verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2025.
Í sjálvstýrandi toymi er uppgávan at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin
hjá næmingunum. Undirvíst verður út frá einstaklingalæruætlanum.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum :
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum
námsfrøðiligur stuðul.
Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið er skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Námsfrøðiligu størvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Námsfrøðingar í skúlanum eru løntir í lønarflokki 11-24.
Námsfrøðingar í Sertoyminum eru løntir í lønarflokki 13-24.
Hjálparfólk í skúlanum eru lønt í lønarflokki 2-8.
Hjálparfólk í Sertoyminum eru lønt í lønarflokki 3-9.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu verða
skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. mai 2025 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast til rks@skulin.fo ella durita.joensen@skulin.fo
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen,
skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331.
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 510 næmingar, av hesum eru
56 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo


