

Starvsfólk til krásadeildina
Vit leita eftir einum starvsfólki til krásadeildina hjá okkum í Miklagarði, har vit hvønn dag hava nógvar kundar framvið. Vit gera bæði mat út úr húsinum og ymiskar matloysnir til handilini, salat, viðskera og so hava vit eitt stórt úrval av ostum.
Vit leita eftir einum fólki til sølu og kundatænastu. Um tú ynskir tað, kanst tú vera við í menningini av rættum og úrvali annars í deildini. Soleiðis kanst tú sjálv/ur vera við at seta tín dám á arbeiðsdagin.
Vit ynskja ein starvsfelaga, ið er fyrikomandi og tilvitað/ur um góðsku og reinføri. Tú má harafturat hava lætt við at samskifta við kundar og starvsfelagar.
Ynskiligt er, at tú kanst samskifta á norðurlendskum málum.
Arbeiðstíðin er áleið 35 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag og onkran leygardag.
Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432.
Danskt
Føroyskt
Enskt



