

Stjóri til Faroe Ship
Vilt tú vera við til at tryggja føroyska samfelagnum bestu flutningsloysnirnar?
Faroe Ship søkir eftir framskygdum og týðuligum stjóra, sum framhaldandi skal vera við til at menna og styrkja fyritøkuna og tess leiklut í føroyska samfelagnum.
Samstundis skal stjórin vera partur av altjóða leiðslutoyminum hjá Eimskip og vera við til at menna og fremja ætlanirnar hjá samtakinum.
Sum stjóri hevur tú yvirskipaða fakliga, umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av rakstrinum hjá Faroe Ship, herundir
- at tryggja framtíðar vøkstur, herundir at optimera raksturin
- at seta, menna og áhaldandi varðveita eitt sterkt og dugnaligt starvsfólkatoymi
- at fremja sambond og samstørv í føroyska samfelagnum
- at vera við til at fremja verkætlanir hjá Eimskip samtakinum
- at vera virkin í altjóða leiðslutoyminum hjá Eimskip samtakinum
Vit vænta av tær, at tú
- hevur gott handilsligt tev og fokus á loysnir
- hevur holla vitan og royndir innan leiðslu, fíggjarviðurskifti og strategi
- hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
- hevur góðar samskiftisførleikar bæði í skrift og talu og ert stinn/ur í føroyska og enska málinum
- ert skipað/ur og álitisvekjandi
Viðkomandi, sum fær starvið, byrjar í starvinum skjótast gjørligt.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.
Umsókn saman við lívsrensli, prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. august 2025 á midnátt.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga P. Nielsen, fráfarandi stjóra, á telefon 549000 ella á telduposti bpn@faroeship.fo

