Vesturvón
Vesturvón
Vesturvón

Summarferiuavloysarar

Summarið nærkast, og vit hava tørv á nógvum avloysarum, soleiðis at okkara dugnaligu starvsfólk kunnu halda frí og løða battaríini.

Okkum tørva sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og ófaklærd.

Eisini tørvar okkum avloysarar til dagtilboð okkara Ivanshús og er tað í dagtímum mánadag - fríggjadag.

Vesturvón veitir nógvar ymiskar tænastur til heimabúgvandi borgarar og til húsfólk inni á Heiminum á Sýnini, har arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka borgaran í mun til tørv, førleikar og sjálvsavgerðarrætt.

Ert tú í fer við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá tær.

Allir avloysarar fáa góða upplæring frá dugnaligum starvsfeløgum, eins og eina spennandi, mennandi og gevandi tíð.

Førleikakrøv til avloysarar sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktara krevst, umframt útbúgving, eisini løggilding.

Til størvini sum heilsuhjálpari krevst útbúgving.

Lønar og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Send eina umsókn beinanvegin, soleiðis at vit fáa práta nærri um førleikar, ynskir og møguleikar. Hevur tú serlig ynskir um starvsøki, er tú vælkomin at viðmerkja tað í umsóknina.

Vit viðgerða innkomnar umsóknir við jøvnum millumbili.

Far inn á heimasíðu okkara vesturvon@vesturvon.fo og søk beinleiðis har, ella send eina umsókn til okkara á vesturvon@vesturvon.fo og viðmerk: summarferiuavloysari

Er tú áhugað/ur og ynskir at vita meir, er tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 665700, mánadag til hósdag millum kl. 09.00 og 15.00

Ágóðar við starvinum

Fittar og hjálpsamar starvsfelagar

Lýsing er stovnað28. April 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Miðvágur 370, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.ErligheitPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.StundisligurPathCreated with Sketch.TolsemiPathCreated with Sketch.Toymisarbeiði
Starvsgreinar
Starvsmerki