Heilsutrygd
Heilsutrygd
Heilsutrygd

Tíðaravmarkað skrivstovustarv

Heilsutrygd søkir skrivstovufólk at starvast í tíðaravmarkaðum starvi í umleið 6 mánaðar.
Tú verður partur av starvsfólkahópi okkara í Klaksvík.

Um starvið og uppgávurnar:

Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og alt eftir førleikum og royndum fevna uppgávurnar um:
• Skjalhald (journal)
• Málsviðgerð
• Svara spurningum og beina fyrispurningar víðari til starvsfelagar
• Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:

• Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
• Hevur góðar telduførleikar
• Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
• Dugir at tillaga teg og arbeiða við ymiskum uppgávum eftir tørvi

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við og kennir Journalskipanina 360° (Skjalhald).

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Starvið verður sett 1. oktober 2025 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv, men tó kann avtala gerast við rætta umsøkjaran um t.d. setanarbrøk 0,7 ella 0,8.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø, á telefon 614002, ella á teldupostbústaðnum eab@heilsutrygd.fo

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.foella við brævposti til:

Heilsutrygd, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík

Lýsing er stovnað12. August 2025
Umsóknarfreist20. August 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
7 Klaksviksvegur, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki