Ríkisumboðið

Ríkisumboðið

Arbeiðsplássið
Ríkisumboðið
Um arbeiðsplássið
Ríkisumboðið í Føroyum er ein stovnur undir danska forsætisráðnum. Ríkisumboðið er evsta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum og bindiliðið millum heimastýrið og ríkismyndugleikarnar. Ríkisumboðið hevur sæti á Løgtingi og kann vera við í samráðingum um øll felagsmál, tó uttan atkvøðurætt. Høvuðsuppgávurnar hjá Ríkisumboðnum eru millum annað: Viðgerð av fleiri lóggávumálum, undir hesum at seta ríkislóggávu í gildi í Føroyum. At lata danska forsætisráðnum regluligar frágreiðingar um áleikandi búskaparlig og politisk viðurskifti í Føroyum. At røkja uppgávur í sambandi við val í Føroyum til Fólkatingið og møguligar fólkaatkvøður, sum Fólkatingið avger. At vera við at skipa fyri vitjanum hjá Kongshúsinum, Fólkatinginum, donsku stjórnini o.ø. og at vera við á fundum í hesum sambandi. At orða tvey rit: Ársfrágreiðing fyri Føroyar, ið hevur dagførda frágreiðing um føroysk samfelagsviðurskifti, og lógarskrá fyri Føroyar. Tilmæli um kongligar sømdir. Avgreiðsla hjá Dansk-Færøsk Kulturfond umframt at røkja nevndarformanssessin í grunninum. At viðgera umsóknir um frían rættargang. At viðgera umsóknir um heimarætt hjá norðurlendskum ríkisborgarum. At røkja uppgávur í sambandi við at løggilda skjøl.
Tórshavn