
Arctic Import
Vit reka handil, í felagsskapi í norðurhøvum

Um arbeiðsplássið
Vit veita vørurnar, uttan mun til hvar í Norðuratlantshavi tú býrt. Tí vit eru errin av at kunna veita júst tað, ið tú hevur tørv á, tá ið tú skalt brúka tað. Við virðing fyri menniskjum, náttúru og samfeløgunum í Norðuratlantshavi veita vit loysnir til fyritøkur og almennar stovnar umframt vørur til gerandisdagin, lívsins hæddarpunkt og alt annað. Vit rópa tað góðan keypmansskap. Tí krevur nevnliga servitan at tryggja innkeyp, flutning og veiting í Norðuratlantshavi, har vit menniskju í stóran mun eru tengd av náttúruni.
Handil hevur altíð knýtt fólk saman, og tað livirúm, sum vit skapa, tá ið vit geva íblástur til næstu gourmetupplivingina, innrættanina av bygdaskúlanum, ella tá ið vit syrgja fyri tí, sum er neyðugt í gerandisdegnum í smáum samfeløgum, ella tá vit eru vit til at seta á stovn nýggj arbeiðspláss lokalt og útbúgva næsta ættarliðið innan handil. Arctic Import snýr seg um felagsskapin, sum vit virka í, og okkara hjørtu sláa í takt við Norðuratlantshavið, har vit altíð hava trúð uppá okkara leiklut í langa tíð. Tí vit vita, at tað, sum vit gera, snýr seg minst líka nógv um teg og tíni nærmastu eins og tann stóra, søguliga felagsskapin í Norðuratlantshavi.
Smiðjugerði 9


1-10
starvsfólk
Arbeiðstíð






