

Brennir tú fyri sølu, samskipan og kundatænastu?
Nema søkir eftir handilssamskipara
Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, kundatænastu og einum vælvirkandi handli? Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini, hava yvirlit og tryggja, at tingini hanga saman?
Vit leita eftir einum handilssamskipara, sum fær ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema-handlunum í Havn og í Klaksvík.
Tín leiklutur
Sum handilssamskipari hjá Nema ert tú við til at tryggja, at gerandisdagurin í handlunum koyrir væl, at vørurnar eru á røttum stað, og at kundarnir altíð fáa eina góða uppliving.
Tú verður eisini eitt týðandi bindilið millum handlarnar og aðrar deildir hjá Nema. Við starvinum kemur tú eisini at samskipa søluátøk, nethandilin og annað, sum skal spæla saman.
Tú kemur at
- Samskipa og taka lut í dagliga rakstrinum av handlinum í Havn, har arbeiðstíðin er kl. 09.30–17.30
- Hava yvirlit yvir vørur, prísir, bíleggingar og søluátøk
- Ganga á odda í søluni, og vera við til at tryggja eitt høgt tænastustøði
- Samskipa uppgávur og samstarvið millum starvsfólkini í handlunum
- Tryggja at handilin altíð er ruddiligur og innbjóðandi
- Samskipa nethandilin og syrgja fyri, at vørur, prísir og tilboð eru dagførd
- Vera bindilið millum handlarnar og viðkomandi deildir hjá Nema
- Vera við til at menna handlarnar og kundaupplivingina.
Tíni høvuðsábyrgdarøki
- Handil og søla: Dagligur rakstur, vørur, prísir, søluátøk og kundatænasta
- Samskipan: Yvirlit, uppgávur og samstarv millum handlarnar og aðrar deildir
- Nethandil: Vørur, tilboð og dagføringar, umframt at tryggja, at handil og nethandil hanga væl saman
Vit leita eftir tær, sum
- Brennur fyri sølu og góðari kundatænastu
- Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskipa
- Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð
- Dugir væl at samstarva, og at fáa ymiskar uppgávur og fólk at spæla saman
- Hevur eyga fyri bæði smálutum og heildini og sær, hvar okkurt kann gerast betri
- Hevur viðkomandi royndir innan handil, kundatænastu ella sølu, men rætti hugburðurin og viljin at læra hava nógv at siga
Vit bjóða tær
- Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi
- Ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema-handlunum
- Møguleikan at seta tín dám á, hvussu kundarnir uppliva Nema
- Tætt samstarv við okkara deildir innan m.a. marknaðarførslu, innkeyp, sølu og kundatænastu
- Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti
- Starvsfólkaágóðar og løn eftir avtalu
Føroyskt
