
Nema
Vit hava altíð gingið á odda. Frá tí vit fingu fyrstu telduna til Føroya og fyrst at lansera nýggjastu fjarskiftistøknina, til nú, vit eru ein av fremstu veitarum í Føroyum av KT loysnum- og skipanum, teldum, fjarskifti og skrivstovulutum.
Alt ið krevst, hjá fyritøkum, kommunum, almennum stovnum og privat fólkið at trívast, mennast og vaksa.

Byrja tína yrkisleið innan sølu - Vit søkja eftir sølulærlingi
STARVIÐ
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir serliga ráðgeving og sølu av telefon og internethaldum. Umframt sølu og ráðgeving, fert tú at arbeiða nógv við at fyrireika søluátøk, útgangandi sølu og nógvar aðrar spennandi uppgávur.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú fert at húsast hjá Nema í Tórshavn, men uppgávur uttan fyri, kunnu eisini væntast.
Krøv til útbúgving og førleikar
UM TEG
- Tú ert hugaður at læra, tænastusinnað/ur, opin og forvitin.
- Tú ert fyrikomandi og málsøkin
- Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi
- Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga
- Tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum.
Ágóðar við starvinum
VIT BJÓÐA
- Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi
- Møguleikan fyri at menna teg persónliga og fakliga
- Møguleikan at seta tín dám á arbeiðsdagin
- Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar
- Eina rúgvu av starvsfólkaágóðum
- Løn og setanartreytir sambært sáttmála.
Lýsing er stovnað11. August 2025
Umsóknarfreist24. August 2025
Málslig krøv

Kravt
Stað
5 Smyrilsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki