Bygma Balslev
Bygma Balslev
Bygma Balslev

Kom og lær at selja!

Vit leita eftir trimum lærlingum til Bygma Balslev!

Hevur tú hug at arbeiða í einum virki har tú fær ábyrgd frá fyrsta degi, og har tú fært veruligt innlit í sølu, innkeyp, vøruviðgerð og kundatænastu? So er hetta kanska akkurát nakað fyri teg!

Vit vænta nógv av okkara lærlingum – og vit lova eisini at geva nógv aftur. Tú verður ein týðiligur partur av okkara toymi og fært møguleikan at hava egi øki, sum tú sjálv/ur hevur ábyrgd av – við uppfylling, bílegging og útsjónd. Vit hjálpa tær sjálvandi væl í gongd.

Størvini eru tvey lærupláss í Byggibúðini og eitt lærupláss í Timburdeildini.

Ágóðar við starvinum

Tú fært eina útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum, arbeiðir saman við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum – og tí tú verður ein týdningarmikil partur av einum nútímans virki í vøkstri.

Hvat fert tú at læra?

Nógv! Tú fert m.a. at læra um:

  • Søluteknikk og kundasamskifti
  • Byggitilfar av ymsum slag, amboð og annað praktiskt
  • Goymslustýring, logistikk og innkeyp
  • Marknaðarføring og framseting av vørum
Arbeiðstíð

Starvsstaðurin er hjá Bygma Balslev í Hoyvík og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Tú skalt eisini nakrar ferðir á skúlabonk í Danmark – alt eftir hvussu útbúgvingin verður skipað. Samlaða lærutíðin er áleið 2 ár um tú hevur miðnámsútbúgving. Tú fært løn undir allari útbúgvingini. Lønin er góð og er eitt vet hægri enn lærusáttmálin hjá S&K annars hevur. 

Um Bygma Balslev

Tað starvast 80 fólk hjá Bygma Balslev og vit hava deildir í Hoyvík og í Suðuroy. Bygma Balslev selur tilfar og amboð til nýbygging og umbygging. Í løtuni eru seks lærlingar. 

Spurningar?

Spurningar til læruplássini í Byggibúðini kunnu setast til Birnu Sandoy, leiðara í Byggibúðini á tel. 345046 ella til bse@balslev.fo.

Spurningar til læruplássið í Timburdeildini kunnu setast til Helga D. Michelsen, leiðara í Timburdeildini á tel. 345076 ella til hdm@balslev.fo.

Spurningar til setanartilgongd, starvsviðurskifti sum heild kunnu setast til Karlu Egholm, starvsfólkaleiðara á tel. 345060 ella til ke@balslev.fo. 

Tú kanst sjálvandi eisini senda tína umsókn og relevant prógv umvegis teldupost til ke@balslev.fo. 

Lýsing er stovnað5. August 2025
Umsóknarfreist24. August 2025
Málslig krøv
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Vegurin Langi, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.Nærlagni
Starvsgreinar
Starvsmerki