

Fast avloysarastarv: Lastbil/trukkførari
Dámar tær væl at koyra lastbil og trukk og at veita góða tænastu? So er tað kanska tær vit leita eftir!
Deild okkara í Hoyvík, Bygma Balslev søkir eftir einum ágrýtnum avloysara til vøruútkoyring og til trukkkoyring.
Vit bjóða tær eitt spennandi og mennandi fast avloysarastarv í einum arbeiðsplássi í støðugari framgongd. Uppgávurnar hjá tær verða bæði fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú verður ein av lyklapersónunum í okkara toymi. Vøra skal upp á pláss og vøra skal koyrast út til kundar sum bíða spentir eftir vøru. Tú fært royndir við goymslustýring, logistikk og planlegging.
Starvsstaðurin er hjá Bygma Balslev í Hoyvík og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Tá ið tú ikki koyrir lastbil ella trukk ert tú partur av okkara fólki á goymsluni.
Avloysarastarvið verður sett sum skjótast og starvsbyrjan er beinavegin um møguligt.
Uppgávurnar hjá tær koma at m.a. at fevna um
- Optimering av goymsluplássi
- Vegleiðing av kundum
- Leggja vøru uppá pláss
- Vøruútkoyring tá okkara fastu førarar ikki fáa koyrt
- Trailara tøming tá vøra kemur
Vit vænta at tú ert:
- Fyrikomandi, tænastusinnað/ur, álítandi og hevur góð evni at samskifta við starvsfelagar
- Málsøkin og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og hevur rímiligan telduforleika
- Hevur stóra koyrikortið
- Kranaloyvi
- Trukkloyvi
- Løn og setanartreytir sambært sáttmála á økinum
- Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum livandi og óformellum umhvørvi
- Eitt stuttligt arbeiðspláss
Bygma Balslev er størsti veitari av byggitilfari og tilhoyr til bygging. Hjá Bygma Balslev starvast áleið 85 fólk, harav eitt sterkt toymi á 8 í Bygma Suðuroy.
Ynskir tú at vita meira?
Set teg í samband við Johan Jacobsen, Goymsluleiðara á tel. 239983 ella á joja@balslev.fo.
Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum kunnu eisini sendast til joja@balslev.fo í seinasta lagi sunnudagin 31. august.


