Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið

Grannskoðararnæmingur

Droymir tú um eina spennandi framtíð innan grannskoðan og roknskap?

Vit leita eftir einum ungum og ágrýtnum grannskoðaranæmingi, sum vil sleppa beint út í arbeiðið og læra frá teimum bestu.

Sum grannskoðaranæmingur fert tú at arbeiða við ársroknskapum, skatti, ráðgeving og grannskoðan hjá føroyskum og altjóða kundum. Samstundis tekur tú útbúgvingina HD í roknskapi – og vit stuðla tær allan vegin.

Vit vænta av tær:

  • Tú hevur miðnámsprógv ella líknandi útbúgving
  • Tær dámar tøl, hevur áræði og vilt menna nýggjar førleikar
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott eyga fyri smálutum

Vit bjóða tær:

  • Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum lívligum arbeiðsumhvørvi
  • Møguleika at lesa víðari til cand. merc. aud. og fáa eina sterka fakliga útbúgving
  • Løn eftir avtalu

Umsókn:
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. mai 2025. Starvið byrjar eftir ætlan 1. september 2025.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Olaf Frits Joensen á tlf. 309400 ella skriva til olaf@roknskap.fo.

Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred ella beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.

Um okkum:
Vit eru 12 starvsfólk á Roknskaparfelagnum og arbeiða dagliga við grannskoðan, roknskapi, bókhaldi, MVG, skatti og ráðgeving. Okkara kundar eru bæði føroyskir og altjóða – og okkara arbeiði snýr seg um góðsku og samstarv.

Lýsing er stovnað30. April 2025
Umsóknarfreist23. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
48 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki