Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið

Skrivstovulærlingur

Klár/ur at sparka tína yrkisleið í gongd?

Dámar tær tøl, struktur og at hava tamarhald á smálutum? So hevur Roknskaparfelagið eitt spennandi lærupláss til tín!

Vit leita eftir einum nærløgdum og jaligum næmingi, sum hevur miðnámsútbúgving og vil læra alt tað praktiska innan bókhald, skatt, MVG og skrivstovuarbeiði. Í lærutíðini fert tú eisini á skeið á Aarhus Business College fyri at styrkja tínar førleikar.

Vit vænta av tær:

  • Tú hevur miðnámsprógv ella líknandi útbúgving
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góðan arbeiðshug
  • Tú hevur skil fyri tølum og dámar at arbeiða við ymiskum uppgávum

Vit bjóða tær:

  • Lærupláss á einum arbeiðsplássi, har trivnaður og menning eru í hásæti
  • Stóran møguleika at halda fram í starvi og taka víðari útbúgving
  • Løn eftir avtalu

Umsókn:
Send okkum tína umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 23. mai 2025. Starvið byrjar eftir ætlan 1. september 2025.

Tú kanst seta teg í samband við Olaf Frits Joensen á tlf. 309400 ella skriva til olaf@roknskap.fo, um tú hevur spurningar.

Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred ella beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.

Um okkum:
Vit eru 12 starvsfólk á Roknskaparfelagnum og arbeiða dagliga við grannskoðan, roknskapi, bókhaldi, MVG, skatti og ráðgeving. Okkara kundar eru bæði føroyskir og altjóða – og okkara arbeiði snýr seg um góðsku og samstarv.

Lýsing er stovnað30. April 2025
Umsóknarfreist23. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
48 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki