

Heilsurøktarar og heilsuhjálpari til Miðstovu
Hevur tú hug at gera mun í gerandisdegnum hjá eldri fólki? So kanst tú gerast partur av okkara dugnaliga toymi. Orsaka av at nøkur av okkara dugnaligu starvsfólkum hava valt at útbúgva seg meir eru
· Tvey størv sum heilsurøktari og
· Eitt starv sum heilsuhjálpari leys at søkja
Størvini eru á 0,8 tíð, men starvsbrøkur kann tillagast eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í stóran mun dagvaktir, men einkultar kvøldvaktir koma fyri. Harumframt er talan um arbeiði annað- til triðjahvørt vikuskifti.
Setanin er frá 15. september 2026 ella skjótast gjørligt.
Um skikkaðir heilsaurøktarar og heilsuhjálpari ikki søkja, kunnu aðrir skikkaðir umsøkjarar verða settir, og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar eftir førleikum.
Um Miðstovu
Miðstova er ein deild á Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Her eru 20 búpláss og fíra rehabiliterings/umlættingarpláss.
Á Miðstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit leggja stóran dent á høga fakliga dygd, viðurkennandi arbeiðshátt og eitt umhvørvi, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Vit vænta, at tú
- hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari/hevur prógv sum heilsuhjálpari
- hevur áhuga í at arbeiða við eldri fólki
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- trívist í tvørfakligum samstarvi og hevur hug at vera partur av eini búðeind í menning
- hevur KT-førleikar á brúkarastøði.
Vit bjóða tær
- góða innleiðslu
- ein spennandi og mennandi gerandisdag við fakligum avbjóðingum
- eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum
- góðar møguleikar at seta tín dám á arbeiðið og vera við til at menna tænasturnar hjá Roðanum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku W. Jakobsen, virkandi deildarleiðara á Miðstovu, á telefon 478203 ella við telduposti monika@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til rodin@rodin.fo.
Viðmerk: “Heilsurøktari/heilsuhjálpari til Miðstovu”
Vit gleða okkum at hoyra frá tær og bjóða tær vælkomnum í starvsfólkahópin á Miðstovu.
Føroyskt