Roðin
Roðin
Roðin

Heilsurøktari og heilsuhjálpari til Vesturskin á Toftum

Av tí at tvey av okkara dugnaligu starvsfólkum, eru farin at útbúgva seg meir, er neyðugt hjá okkum at fáa nýggj starvsfólk í toymið. Hevur tú hug at gera mun í gerandisdegnum hjá eldri fólki og verða ein partur av okkum,- So er tað kanska akkurát tær, vit leita eftir.

Eitt starv sum heilsurøktari og eitt starv sum heilsuhjálpari er leyst at søkja til Vesturskin á Toftum.

Størvini eru fulla tíð, men starvsbrøkur kann tillagast eftir avtalu. Arbeiðstíðin er dag- og kvøldvaktir, umframt arbeiði annaðhvørt vikuskifti.

Setanin er frá 1. oktober 2026 ella skjótast gjørligt.

Um skikkaður heilsurøktari og heilsuhjálpari ikki søkir starvið, kann annar skikkaður umsøkjari verða settur, og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar eftir førleikum.

Um Vesturskin

Vesturskin er eitt sambýli á Toftum, har 16 fólk búgva. Dentur verður lagdur á at skapa ein gerandisdag, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá hvørjum einstøkum húsfólki.

Á Vesturskini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit leggja stóran dent á høga fakliga dygd, viðurkennandi arbeiðshátt og eitt umhvørvi, har

húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Vit vænta, at tú

  • hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • hevur prógv sum heilsuhjálpari
  • hevur áhuga í at arbeiða við eldri fólki
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • trívist í tvørfakligum samstarvi og hevur hug at vera partur av eini búðeind í menning
  • hevur KT-førleikar á brúkarastøði.

Vit bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • ein spennandi og mennandi gerandisdag við fakligum avbjóðingum
  • eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum
  • góðar møguleikar at seta tín dám á arbeiðið og vera við til at menna tænasturnar hjá Roðanum.

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi

fakfelag.

Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingun Gaardbo,

deildarleiðara á Vesturskini, á telefon 793388 ella við telduposti ingung@rodin.fo.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til rodin@rodin.fo.

Viðmerk: "Heilsurøktari/Heilsuhjálpari til Vesturskin".

Vit gleða okkum at hoyra frá tær og bjóða tær vælkomnum í starvsfólkahópin á Vesturskini.

Lýsing er stovnað26. august 2026
Umsóknarfreist6. september 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Toftir, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki