Áarstova
Áarstova
Áarstova

Køkshjálp og uppvaskarar til matstovurnar Heima í Havn

Ert tú arbeiðssom/ur, ágrýtin og jalig/ur, og hevur tú hug at læra frá nøkrum av Føroya fremstu kokkum? So kann hetta vera starvið fyri teg!

Vit leita eftir køkshjálp og uppvaskarum til okkara matstovur Heima í Havn: Áarstovu, Barbara, Roks og Ræst. Tú fært møguleikan at gerast partur av einum mennandi, livandi og professionellum umhvørvi, har vit leggja stórsta dentin á góðsku, samstarv og føroyskar rávørur.

Útbúgving ella royndir frammanundan er ikki eitt krav – tað týdningarmiklasta er, at tú ert arbeiðssom/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur hug at læra og mennast saman við okkum.

Um arbeiðið:

  • Arbeiðstíðin er vanliga kl. 16 til 23, men arbeiði kann eisini vera uttanfyri hesa tíð
  • Vaktir eru frá mánadegi til sunnudag eftir vaktarskrá
  • Bæði parttíðar- og fulltíðarstørv eru tøk

Um matstovurnar heima í havn

Matstovurnar eru staðsettar í hjartanum av Tórshavn, í søguligum húsum við hvør sínum serliga dámi. Vit bjóða okkara gestum fyrstafloks matupplivingar við føroyskum rávørum og høgari góðsku alt í einum hugnaligum og heimligum umhvørvi.

Send okkum tína umsókn
Umsóknarfreistin er 25. mai 2025, men vit hava samrøður leypandi, so søk skjótast til ber við at trýsta á leinkjuna.

Søk við leinkjuna.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við ta matstovu, tú kundi hugsað tær at arbeitt á:

  • aarstova@aarstova.fo
  • barbara@barbara.fo
  • roks@roks.fo
  • raest@raest.fo
Lýsing er stovnað30. April 2025
Umsóknarfreist25. May 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
1 Gongin, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki