Áarstova
Áarstova
Áarstova

Vit søkja eftir kokki til Áarstovu!

Hevur tú áhuga fyri mati, góðsku og føroyskum mentanararvi? Trívist tú í einum virknum umhvørvi og ynskir at vera við til at skapa minniligar matupplivingar fyri okkara gestum? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av okkara dugnaliga toymi á Áarstovu!

Hvat arbeiðið sum kokkur/køksfólk umfatar

Sum kokkur á Áarstovu fært tú eitt fjølbroytt og spennandi arbeiði, sum fevnir um:

  • Fyrireiking og tillaging av mati
  • At tryggja góðsku og reinføri sambært hægstu krøvum
  • Samstarv við tænarar og onnur starvsfólk í køkinum fyri at tryggja eina góða heildaruppliving
  • Luttøku í menningini av matskránni

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna í skiftandi vaktum. Tú verður partur av einari vaktarskipan, sum krevur, at tú ert fleksibul og trívist við bæði dag- og kvøldsvaktum.

Vit bjóða tær:

  • At gerast partur av einum sterkum og samansjóðaðum toymi
  • Eitt serligt arbeiðsumhvørvi í einari av mest ikonisku matstovum í Føroyum
  • Tætt samstarv við tænarar og kokkar frá ROKS, Ræst og Barbaru
  • Møguleika fyri fakligari menning – vit skipa javnan fyri innanhýsis skeiðum
  • Góðar arbeiðstreytir og eitt spennandi starv í søguligum húsum

Vit vænta av tær:

  • At tú hevur áhuga fyri mati og vilt menna teg fakliga
  • At tú ert røkin, ágrýtin og arbeiðssom/samur
  • At tú dugir at arbeiða undir trýsti og trívist við at hava nógv um at vera
  • At tú ert fleksibul og trívist við skiftandi arbeiðstíðum
  • Royndir innan køksarbeiði eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt

Ein søgulig matstova við serligum sniði

Áarstova, mitt í hjartanum av Tórshavn, er ikki bert ein matstova – hon er eisini ein týðandi partur av føroysku mentanini. Húsini hava verið barnaheim hjá stórskaldunum Hans Andrias og Janus Djurhuus, og søgan livir framvegis í okkara hølum.
Vit bjóða gestum framúrskarandi lambs- og fiskarættir í einum hugnaligum og søguligum umhvørvi.

Umsókn og samband

Umsóknarfreistin er 25. mai 2025, men vit hava samrøður leypandi – so søk skjótast til ber.
Søk við leinkjuni, og um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á aarstova@aarstova.fo

Lýsing er stovnað1. May 2025
Umsóknarfreist25. May 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
1 Gongin, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki