

Kom við í okkara spennandi og livandi handilstoymi! 🛒
Starvsfólk til Heygabúðina
Vit leita eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi starvsfólki til handilin hjá okkum. Starvið er millum 30 og 40 tímar um vikuna, og verður sett skjótast gjørligt, so skunda tær og søk 😉
Um starvið:
Tú verður ein týðandi partur av dagliga rakstrinum í Heygabúðini og kemur m.a. at arbeiða við:
· kassaarbeiði og kundatænastu
· vørumóttøku og uppstilling
· bílegging og áfylling av vørum
· øðrum fyrifallandi uppgávum í handlinum
Vit ímynda okkum, at tú:
· ert blíð/ur og fyrikomandi við góðum tænastusinni
· ert røkin og tekur ábyrgd
· trívist við at hava nógv um hendurnar
· dámar væl at arbeiða við fólki og í einum toymi
· Kanst arbeiða við fleksiblum arbeiðstíðum
Soleiðis søkir tú
Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, kanst tú seta teg í samband við Petru Frederiksberg, tlf. 505220 ella við telduposti til heygabudin@heygabudin.fo
