Borg
Borg
Borg

Lærlingur til Borg í Tórshavn

Kom í læru hjá Borg í Tórshavn

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av einari spennandi fyritøku í stórari menning, saman við dugnaligum starvsfelagum.

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta lærutíð, har eingin dagur er eins?

Borg søkir lærling til byggibúðina í Tórshavn.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur lokið miðnámsútbúgving ella líknandi
  • Hevur áhuga fyri sølu og tænastu
  • Ert álítandi og tekur ábyrgd
  • Hevur góðan KT-førleika
  • Ert skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir væl at samskifta

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:

  • Sølu og kundatænastu
  • Innkeyp og bílegging av vørum
  • Kundarøkt

Tú fert eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólk og deildir kring alt Borg.

Skúlagongd

Skúlagongdin er í Danmark, og tú fert á skúla har seks ferðir í lærutíðini.

Vit bjóða

  • Eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi
  • Dugnaligar og hjálpsamar starvsfelagar
  • Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð
  • Góðar menningarmøguleikar
  • Møguleika fyri føstum starvi eftir lokna lærutíð

Spurningar?

Hevur tú spurningar um starvið ella lærutíðina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Danny á danny@borg.fo ella ringja á 23 72 40.

Umsókn

Læruplássið verður sett skjótast gjørligt.

Send okkum tína umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum.

Tú kanst søkja umvegis Alfred.fo ella við at senda tína umsókn til hr@borg.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Lýsing er stovnað16. juli 2026
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Fjøruvegur 25
625, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki