
Bakkafrost
Bakkafrost er størsti framleiðari av dygdarlaksi úr Føroyum. Vit hava eina rúgvu av heilsugóðum og dygdargóðum laksaúrdráttum frá okkara egnu virkjum. Bakkafrost er ein av teimum alifyritøkum í heiminum, sum er mest loddrætt samskipað. Bakkafrost hevur eftirlit við øllum liðum í framleiðsluni – frá fóðri til lidna virðisøkta vøru. Hetta tryggjar eitt sporføri, sum eingin annar megnar, umframt dygdargóðsku.

Starvslæru
Skalt tú í starvslæru sum ein part av lesnaðinum? Ynskir tú at taka hana í Bakkafrost samtakinum? So kanst tú søkja her.
Vit hava hava fólk í starvslæru, sum hava lisið marknaðarføringsøkonom, verkfrøði, bioanalýtikara og annað. Vit taka fólk í starvslæru, tá ið tað ber til, og kann hetta geva eina góða læring sum part av útbúgvingini hjá tí lesandi.
Vit taka vanliga fólk inn í februar og august. Vanliga eru starvslærutíðinar millum 3 - 6 mánaðir.
Í umsóknini kanst tú vísa á:
- Hví tú vilt í starvslæru hjá Bakkafrost
- Hvat tú væntar at fáa burturúr starvslærutíðini
- Hvat Bakkafrost kann vænta at fáa burturúr
Tú kanst leggja nærri nágreining um evt. krøv frá skúlanum um starvslæruna við.
Lýsing er stovnað30. januar 2026
Umsóknarfreist31. desember 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
9 Bakkavegur, Glyvrar 625, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (4)
Líknandi størv (7)

Tryggingarnæmingur til LÍV
TRYGGINGARFELAGIÐ LÍV

Shippinglærlingur
FarCargo

Shippinglærlingur til Søludeildina
Bakkafrost

Lærlingar & Starvsfólk til Skálkur Samtakið
Skálkur Samtakið

Ert tú okkara nýggi lærlingur?
Elding Elrisin

Køkurin á Landsjúkrahúsinum søkir eftir lærlingi
Sjúkrahúsverkið

Grannskoðaranæmingur
Roknskaparfelagið