Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Logopedur til Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum logopedi ella taluráðgeva at byrja 01.09.2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 01.09.2026 til 31.12.2026 á starvsbrøk 0,875.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Nýsetti logopedurin verður partur av einum toymi saman við verðandi audiologopedum í Sjúkrahúsverkinum.

Sum logopedur verður tín høvuðsuppgáva at kanna sjúklingar og skipa endurvenjing hjá sjúklingum, ið hava fingið málsligar og/ella talutrupulleikar. Harumframt verður tú við til at veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk, avvarðandi og sjúklingar við samskiftistrupulleikum.

Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús.

Í Sjúkrahúsverkinum eru endurvenjingartoymir við ymiskum sergreinum, og er logopedurin ein týðandi partur av toyminum, tá ið tað ræður um endurvenjing av sjúklingum, ið hava fingið samskiftistrupulleikar m.a. eftir apopleksi.

Tú kanst rokna við, at arbeiðið í stóran mun verður skipað sum ambulantar viðtalur við fylgjandi sjúklingabólkar: dysartri, afasi, parkinson og raddarsjúklingar.

Ynskiligir førleikar til umsøkjarar

  • Útbúgving sum logopedur, audiologopedur ella lærari/námsfrøðingur við eftirútbúgving innan økið
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • Góðar telduførleikar

Vit bjóða

Vit bjóða eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi og tvørfakligum umhvørvi.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á alvha@ls.fo.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað14. august 2026
Umsóknarfreist28. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki