Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Námsfrøðingar til dagstovnin/frítíðarskúlan Kamb á Kambsdali

Søkt verður eftir námsfrøðingum at byrja 4. august 2025, ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 30-40 tímar um vikuna.

Um Kamb

Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúru vøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali. Kambur veitir heilddagstilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Vit hava opið 7.15-17 gerandisdagar.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

  • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
  • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk.
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
  • at virða tað einstaka barnið.
  • at ferðast nógv í náttúruni.

Vit ynskja at tú:

  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.
  • er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið
  • dámar væl at vera uttandura
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
  • Sær møguleikar fram um forðingar og megnar broytingar í arbeiðinum.
  • undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið á Kambi

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnajáttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjarin verður settur í starv.

Umsókn:

Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 1. juni. 2025

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Eldevig Petersen, stovnsleiðara á telefon 238092

Lýsing er stovnað6. May 2025
Umsóknarfreist1. June 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Børkugøta, Kambsdalur 530, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Vilt tú loyva farsporum? Alfred brúkar farspor til at greina ferðslu á heimasíðuni og at gera tína uppliving betri. Vís meira.