Nes kommuna
Nes kommuna
Nes kommuna

Starvsfólk til barnagarðin á Svangaskarði

Nes kommuna leitar eftir starvsfólkum at arbeiða í Barnagarðinum á Svangaskarði.

Í Barnagarðinum á Svangaskarði eru 3 vøggustovur, 1 smábarnastova og 4 barnagarðsstovur við tilsamans 124 børnum. Á stovninum starvast í løtuni 35 starvsfólk, umframt leiðaran. Stovnurin liggur í náttúruvakra umhvørvinum beint við stadionøkið á Svangaskarði og tætt við Toftavatn.

Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum at byrja 11.08.25 til barnagarðsstovur og vøggustovur. Størvini eru 30 og 35 tímar. Talan er um barsilstørv og eitt fast starv. Eisini verður søkt eftir avloysarum og varaleiðara

Vit vænta, at varaleiðarin:

  • hevur hug og árræði at taka lut í leiðsluni av stovninum.
  • kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • tað er ein treyt, at varaleiðarin er námsfrøðingur og røkir námsfrøðiligt arbeiðið á eini stovu.

Væntanir
Tað er umráðandi, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum fakligum umhvørvi og vera við til at leggja til rættis tað námsfrøðiliga arbeiðið.

Vit vænta, at umsøkjarin

  • leggur dent á gott samskifti við børnini, starvsfólk og avvarðandi
  • hevur umsorgan fyri børnum
  • er íðin, nærlagdur og álítandi
  • er nýhugsandi og ígongdsetandi

Vit bjóða tær eitt starv, har trivnaður og sambond eru grundarlagið fyri menning og trivnaði hjá børnum, foreldrum og starvsfólkunum. Arbeitt verður eftir námsætlan og TÍTT (tiltøk í tøkum tíma), sum er eitt amboð til at skapa trivna og samstarv ímillum stovn og foreldur.

Setanar- og lønarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv, og er setanin tí treytað av, at barnaváttan fæst.

Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Nes Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 21.05.25

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jørgin Olsen, leiðara, tlf 565021 ella Duritu Skoradal Hansen, varaleiðara, tlf 749362.

NES KOMMUNA
Toftavegur 3
650 TOFTIR
nes@nes.fo

Lýsing er stovnað9. May 2025
Umsóknarfreist21. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Toftir, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki