

Rannsóknarstovan søkir ein Bioanalytikara
Rannsóknarstovan søkir ein Bioanalytikara. Talan er um 0,8 brøk til setan 01.12.26.
Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna.
Á Rannsóknarstovuni eru 4 sergreinar, klinisk biokemi, klinisk immunologi/blóðbanki, klinisk mikrobiologi og klinisk genetik. Hvørja viku eru bioanalytikarar á læknamiðstøðunum í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum.
Førleikakrøv:
- Prógv og góðkenning sum bioanalytikari
- Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
- Fakligan áhuga
- Góðan telduførleika
- Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit
Vit bjóða eitt starv við:
- Einum gerandisdegi við fjølbroyttum og sjálvstøðugum uppgávum
- Góðum og skipaðum arbeiðs umhvørvi við góðum samanhaldi
- Fakliga skikkaðum og virknum starvsfelagum
- Tvørfakligum samstarvi
Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Bioanalytikarafelagið.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru S. Klakstein, leiðandi bioanalytikara, telefon 22 79 24 ella teldupost: bara@ks.fo
Umsókn, saman við avriti av prógvi, autorisation og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Á okkara heimasíðu www.ks.fo kanst tú lesa meira um okkum.













