Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Søkt verður eftir ergoterapeuti til í barsilsfarloyvisstarv

Søkt verður eftir 1 ergoterapeuti til í barsilsfarloyvisstarv frá 01.12.26 til 31.12.27 ella eftir nærri avtalu. Lønarbrøkurin er 0,75.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru 22 seingjarpláss, harav ein rehabiliteringseind við 9 seingjarplássum. Á fysio- og ergoterapideildini starvast 17 starvsfólk, 2 ergoterapeutar, 11 fysioterapeutar, 1 heilsurøktari, 1 psykomotoriskur terapeutur, neurosálarfrøðingur og logopedur. Bandagisttænastan Sahva er eisini knýtt at deildini.

Saman við seingjardeildini skipar fysio- og ergoterapideildin fyri rehabilitering til innlagdar sjúklingar, og uppfylgjandi rehabilitering eftir tørvi. Umframt hetta eru ymisk viðgerðartilboð staðsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so sum rehabilitering til fólk við seinheilaskaða, giktasjúkum, sclerosu, endurvenjing eftir skurðviðgerð, so sum hondkirurgi og ortopedkirurgi sum heild.

Krav:

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur

Vit vænta at tú:

  • hevur holla vitan og kunnleika um fakøkið
  • dugir væl at samskifta í skrift og talu
  • hevur góð evni at samstarva og samskipa, eisini tvørtur um fakøkir
  • hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt, í toymi og við bólkum
  • ert álítandi, ábyrgdarfull/-ur og fyrikomandi
  • ert fleksibul og sært møguleikar framum forðingar
  • hevur ein hugburð, sum stuðlar góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelag Føroya.

Vit bjóða:

  • eina væl útgjørda fysio- og ergoterapi, við fakligheit á høgum støði
  • eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi
  • eitt tvørfakligt umhvørvi
  • eitt arbeiðsumhvørvi, ið setur prís uppá góðar sosialar relatiónir.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Benadictu Sólheim Ellingsgaard, telefon 235467, ella teldupost benadicta@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Lýsing er stovnað17. september 2026
Umsóknarfreist2. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Klaksvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki