

Security-starvsfólk
Kundi tú hugsað tær at arbeitt við trygdini á flogvøllinum? So er tað nú tú skalt søkja, tí vit leita eftir starvsfólkum til trygdareftirlitið.
Sum altjóða flogvøllur skal Vága Floghavn lúka øll myndugleikakrøv til trygd. Krøvini verða alsamt herd, og er trygdareftirlitið ein umráðandi partur av rakstrinum við yvir 30 starvsfólkum. Støðugt fokus er á, at arbeiðið verður útint við høgari góðsku.
Arbeiðsuppgávur
Sum security-starvsfólk fært tú ein fjølbroyttan gerandisdag, har arbeiðsuppgávurnar m.a. fevna um:
- Trygdareftirlit av ferðafólki, viðføri, akførum, farmi v.m.
- Atgongdareftirlit til flogvøllin
- Yvirveking av virkseminum og patruljering
- Móttøka og avgreiðsla á Havnarskrivstovuni
Við starvsbyrjan fært tú eina grundútbúgving í security, og síðani eru góðir møguleikar fyri førleikamenning, har tú leggur afturat við øðrum certificeringum innan ymisk økir, og at tú við tíðini fært ábyrgdarøkir.
Um teg
Vit vænta, at tú
- ert nærlagdur/nærløgd við eyga fyri smálutum
- dámar at arbeiða við skiftandi uppgávum
- trívist við føstum mannagongdum og arbeiðsrutinum
- ert fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og arbeiðir væl í toymi
- klárar teg á donskum og enskum og hevur KT-førleikar á brúkarastøði
Arbeiðstreytir og umsókn
Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan, herundir vikuskiftisvaktir umleið triðja hvørt vikuskifti. Arbeiðstíðirnar eru fastar, men kunnu vera tillagaðar í tíðarskeiðum við nógvari flúgving.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðsgevarafelag Føroya um mánaðarlønt starvsfólk.
Ein treyt er, at tú hevur reina revsiváttan og eftir starvsbyrjan fær trygdargóðkenning frá myndugleikunum. Eisini er ein treyt, at tú ikki ert litblind/-ur.
Ágóðar við starvinum
Tú gerst partur av góða starvsfólkahópinum hjá Vága Floghavn, og vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, fasta løn umframt ymsar starvsfólkaágóðar, m.a. matarskipan og heilsutrygging.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, á tel. 78 44 40 ella við at senda ein tpost emjo@floghavn.fo.
Umsóknarfreistin er 1. september.


