Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE

Starvsfólk til avgreiðslu av flogførum (handling)

Føst størv innan avgreiðslu av flogførum (handling)

Vit søkja eftir starvsfólki til avgreislu av flogførum (handling).

Handlingsarbeiði
Tú verður partur av toyminum, sum avgreiðir alt slag av handling á flogvøllinum, bæði av farmaflogførum, ferðafólkaflogførum og øðrum flogførum.

Tú skal støðugt vera við til at halda eitt nøktandi trygdar- og flogtrygdarstig, eins og arbeiðsuppgávurnar eisini fevna um t.d. viðlíkahaldsarbeiði og aðrar vanligar flogvallaruppgávur.

Nakrar av uppgávunum, sum eru knýttar at avgreiðslu av flogførum eru:

  • móttøka, útflýggjan og onnur handfaring av farmi, vandamiklum góðsi, ferðagóðsi og útgerð
  • handfaring av skjalatilfari
  • Marshall-vegleiðing (tú leiðir flogfør trygt til og frá parkeringsplássum sambært ICAO-standardum og trygdarmannagongdum, við hondteknum og/ella ljósaútbúnaði, og tryggjar at ongar forðingar eru)
  • brennievnis-tænasta
  • viðlíkahald av útgerð, bygningum, trygdargirðingum og øðrum innandura og uttandura økjum
  • dagligar rakstraruppgávur

Tú fært tí ein fjølbroyttan gerandisdag við fjølbroyttum útinnandi uppgávum.

Førleikakrøv

Tú skalt luttaka í ávísum skeiðum fyri at kunna arbeiða sum handlingsstarvsfólk. Hesi skeið fyriskipar og rindar Vága Floghavn fyri.

Umsøkjarar skulu hava (ella útvega sær) krana- og trukkloyvi seinast 3 mánaðir eftir starvssetan. Vága Floghavn rindar fyri skeið til krana- og trukkloyvi.

Tað kann eisini vera ein fyrimunur hjá umsøkjarum at hava koyrikort til lastbil og trailara, ella sjálvir at útvega sær hetta seinast 9 mánaðir eftir starvssetan.

Tað er ikki krav at hava arbeitt við handling ella innan flogvallarvirksemi frammanundan, men tað kann vera ein fyrimunur.

Umsøkjarar skulu verða kropsliga væl fyri. Starvsfólkini kunnu eisini fáa álagdar aðrar uppgávur.

Um teg
Vit vænta, at tú ert:

  • eldhugað/-ur
  • íðin
  • smidlig/-ur
  • tænastusinnað/-ur
  • klárar teg á føroyskum, donskum og enskum munnliga og skrivliga
  • hevur KT-førleika á brúkarastigi

Avgerð um setan verður grundað á eina heildarmeting av bæði viðkomandi persónligum eginleikum, fakligum førleikum, starvsroyndum, umframt á aðrar førleikar ella eginleikar, sum kunnu vera ein fyrimunur fyri teg at røkja starvið, og fyri Vága Floghavn.

Arbeiðstíðir
Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Arbeiðstíðir eru allar dagar í viku, og dagurin er í stóran mun lagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 08:00 og 20:00, men neyðugt kann eisini vera at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgvingin ger tað neyðugt - serliga í sambandi við summarflúgving og høgtíðir. Frídagar eru bæði vanligar gerandisdagar og í vikuskiftum.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sersáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri arbeiði á flogvøllinum í Vágum. Tann setti skal tola og luttaka í at gera neyðugar tillagingar og broytingar av starvsinnihaldinum, uppgávunum og mannagongdunum.

Vit bjóða tær at gerast partur av einum góðum starvsfólkahópi, góðar arbeiðsumstøður, matarskipan, heilsutrygging og aðrar starvsfólkaágóðar.

Serligar treytir
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan.

Royndartíð
Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir.

Vága Floghavn tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar.

Spurningar um starvið
Áhugaði kunnu venda sær til Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, tlf 35 44 00 og emjo@fae.fo.

Umsóknarfreistin er 1. september.

Lýsing er stovnað11. August 2025
Umsóknarfreist1. September 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
380, 2 Flogvøllurin, Sørvágur 380, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Kropsligur førleikiPathCreated with Sketch.TrukkloyviPathCreated with Sketch.Vanligir telduførleikar
Starvsgreinar
Starvsmerki