

BLOMSTURDEKORATØRUR
BLOMSTURDEKORATØRUR TIL VÁRPERLU Á GLYVRUM
Vit eru flutt inn í nýggjar og flottar karmar í Borg á Glyvrum, og vit mangla teg.
Tú ert kreativ/ur, dámar væl at brúka tít hugflog og ráðgeva viðskiftafólki viðvíkjandi keypi av blómum, plantum, prýðislutum og øðrum.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt, trívist við avbjóðingum og at hava nógvar bóltar í luftini í senn.
ARBEIÐSUPPGÁVURNAR
Tú hevur samband við nógvar ymiskar kundar og grundleggjandi verða uppgávurnar hjá tær at:
- Taka ímóti okkara viðskiftfólki, sum koma inná gólvið
- Ráðgeva í keypi av blómum, plantum og planturøkt
- Binda blómutyssi, gera samanplantingar, gávukurvar, v.m.
Hvør ert tú?
Vit vænta, at tú:
- Elskar at vera kreativ/ur og brúka títt hugflog
- Ert útvend/ur og dámar at arbeiða við menniskjum
- Ert framsøkin og vilt mennast bæði fakliga og persónliga
- Ert skipað/ur
Hvat kunnu vit bjóða tær?
Eitt starv í eini fjølbroyttari og spennandi fyritøku við góðum starvsfelagum og góðum samanhaldi. Starvstaðurin er í Várperlu á Glyvrum. Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annu tlf. 213012.
Send okkum tína umsókn, lívsrensl og møgulig prógv og ummæli umvegis alfred ella á hr@borg.fo og viðmerk ‘Starv í Várperlu’. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
