
Nema
Vit hava altíð gingið á odda. Frá tí vit fingu fyrstu telduna til Føroya og fyrst at lansera nýggjastu fjarskiftistøknina, til nú, vit eru ein av fremstu veitarum í Føroyum av KT loysnum- og skipanum, teldum, fjarskifti og skrivstovulutum.
Alt ið krevst, hjá fyritøkum, kommunum, almennum stovnum og privat fólkið at trívast, mennast og vaksa.

Marknaðarfólk til Nema
Ert tú kreativ/ur og brennir fyri marknaðarføring?
Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara marknaðartoymi. Okkum tørvar ein, ið ynskir at brúka sínar kreativu førleikar og sum dugir væl at skapa innihald til okkara talgildu pallar. Okkum tørvar ein, ið vil vera partur av einum toymi, har tað hendir nógv í senn.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
STARVIÐ
Talan er um eitt fulltíðarstarv við sæti á kontórinum hjá Nema í Havn. Tú verður partur av marknaðardeildini, har nýskapan er lyklaorðið. Marknaðardeildin røkir hópin av uppgávum, ið snúgva seg um beinleiðis marknaðarføring, produktmenning og ymisk átøk á netinum, sosialum miðlum o.s.fr.
Tínar uppgávur fara m.a. at fevna um at
- Framleiða lýsingar til sosialar miðlar
- Framleiða tekstir til heimasíðu, tíðindabrøv o.s.fr.
- Hugskotsmenning og átøk
- At hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og átøkum.
Krøv til útbúgving og førleikar
UM TEG
- Tú hevur áhuga fyri og/ella royndir við sosialum miðlum
- Tú dugir væl at skriva og samskifta
- Tú ert kreativ/ur og dámar at hugskotsmenna
- Tú ert jalig/ur og sjálvstøðug/ur
- Tú hevur hug at læra
- Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur men ikki eitt krav.
Ágóðar við starvinum
VIT BJÓÐA
- Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi
- Møguleika fyri persónligari menning, har tú kanst seta tín dám á arbeiðsdagin
- Eitt spennandi og læruríkt starv við fjølbroyttum uppgávum
- Eina rúgvu av starvsfólkafyrimunum
- Løn eftir avtalu.
Lýsing er stovnað30. June 2025
Umsóknarfreist11. July 2025
Málslig krøv

Kravt
Stað
5 Smyrilsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (5)