

Sølufólk til amboðsdeildina í Borg Klaksvík
SØLUFÓLK TIL AMBOÐSDEILDINA Í BORG KLAKSVÍK
Nú hevur tú møguleikan at blíva partur av einari spennandi fyritøku í stórari menning saman við góðum starvsfelagum. Tú fært ein øðrvísi gerandisdag, har ikki ein dagur er líka, og tú fært møguleika at seta tín egna dám á.
VIT VÆNTA
- At tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi, arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.
- Ert søluhugað/ur, ágrýtin og kennir til KT. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving innan handil.
- At tú klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn, hevur viljan til at skapa góð úrslit og dámar at hava nógv at gera
ARBEIÐIÐ UMFATAR
Alla vanliga sølu, innkeyp, bílegging av vøru og kundarøkt. Arbeiðið er í tøttum samstarvi við allar deildir okkara.
Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, spennandi verkætlanum og góðum mennandi møguleikum. Tú fært upplæring í teimum skipanum vit brúka. Ert tú klár/ur til nýggjar avbjóðingar? Og kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi?
Ynskir tú at vita meira um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Michael tel. 237269 ella á teldupost hm@borg.fo
SØK STARVIÐ
Ynskir tú at søkja starvið, send okkum so eina umsókn umvegis alfred ella á teldupost til hr@borg.fo og viðmerk ”Sølufólk Borg Klaksvík”. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Starvið verður sett, so skjótt skikkaður umsøkjari er funnin.
