Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Læknaskrivarar til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivarum til læknaskrivaratoymið at byrja skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu. Talan er um trý størv á fulla tíð.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum starvast umleið 1.100 fólk, harav umleið 55 hoyra til Diagnostiska depilin. Diagnostiski depilin fevnir um Røntgendeildina og Rannsóknarstovuna, og deildirnar eru mannaðar við funktiónsleiðarum, toymisleiðarum, læknum, radiografum, bioanalytikarum og einum felags læknaskrivaratoymi.

Depilin ger ymiskar kanningar eftir ávísing frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Samstarvað verður við onnur sjúkrahús bæði í Føroyum og uttanlands, og summar royndir og myndir verða sendar uttanlands til greiningar.

Læknaskrivaratoymið røkir uppgávurnar hjá Diagnostiska Deplinum, sum eisini umfatar samskipan av screening og útgreining av krabbameini í Sjúkrahúsverkinum.

Arbeiðsuppgávur

  • At bóka tíðir og innkalla sjúklingar til kanningar og screening
  • Móttøka og skrásetan av sjúklingum
  • Telefonavgreiðsla og teldupostsamskifti við sjúklingar, læknar og sjúkrahús innan- og uttanlands
  • Skriva røntgenfrágreiðingar og avgreiða patologisvar
  • Aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi

Um teg

Tú hevur áhuga í at arbeiða í einum læknaskrivaratoymi, sum fevnir um ymisk fakøki. Tú ynskir at geva títt íkast bæði fakliga og sosialt fyri góðum trivnaði á deildunum.

Førleikakrøv

  • Tú ert útbúgvin læknaskrivari
  • Tú ert fyrikomandi, erlig/ur, positiv/ur og hevur góðar KT- og málførleikar
  • Tú evnar at varðveita rógv og yvirblikk, tá ið nógv er at gera
  • Tú ert fakliga dugnalig/ur, støðug/ur, ágrýtin og trívist við nýggjum avbjóðingum
  • Tú tryggjar góðar sjúklingagongdir við serligum atliti til høga tænastu, góðsku og sjúklingatrygd
  • Tú vísir positivan vilja til tvørfakligt samstarv og broytingar í mannagongdum
  • Tú hevur hug at miðla vitan á deildini og til aðrar starvsfelagar

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við fakliga kompetentum og virknum starvsfeløgum
  • Gott tvørfakligt samstarv millum læknaskrivarar, røntgenlæknar, patologar, radiografar, bioanalytikarar og onnur
  • Virknan gerandisdag har arbeitt verður í SECTRA RIS/PACS, Cosmic og Patologiskipanini
  • Felagsinnleiðslu á sjúkrahúsinum og upplæring á deplinum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fæst við at seta seg í samband við:

  • Lisu Frederiksberg, Funktiónsleiðara, teldupost: Lisa.Frederiksberg@ls.fo, tel +298 234505, ella
  • Biritu K. Samuelsen, Funktiónsleiðara, teldupost: birje@ls.fo tlf. 304500, lokal 5601.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað4. august 2026
Umsóknarfreist17. august 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki