

Skrivari til Hoyriklinikkina á Landssjúkrahúsinum
Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum skrivara at byrja 1. oktober, ella so skjótt sum til ber. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøk 0,8.
Um Hoyriklinikkina
Hoyriklinikkin heldur til á Oyrna-, nasa- og hálsdeildini á Landssjúkrahúsinum. Hoyriklinikkin veitir kanningar og viðgerðir til børn og vaksin við niðursettari hoyrn og trupulleikum við tinnitus. Harumframt veita vit tænastu til fólk við BAHA-tólum og CI (cochlear Implant), og gera hoyriscreeningar av øllum nýføðingum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Sum skrivari á Hoyriklinikkini kemur tú at arbeiða fyri ta audiologiska toymið og í tøttum samstarvi við aðrar skrivarar og læknaskrivarar á Skurðdeplinum.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um:
- Móttøku av sjúklingum
- Samskipan av kalendara
- Samskifti við sjúklingar og avvarðandi
- Journalarbeiði/journalisering
- Bílegging av tólum o.ø.
- Postavgreiðsla
- Bóking av rokningum
- Annað fyrifallandi arbeiði
Skipanir, ið verða nýttar eru Cosmic, Outlook, Office-pakkin og Noah4.
Førleikakrøv
- Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
- Góðan telduførleika
Vit vænta, at tú
- Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
- Ert røkin og hevur eyga fyri smálutum
- Hevur góð samstarvsevni og trívist í tvørfakligum samstarvi
- Hevur jaligan hugburð
- Trívist í einum skundmiklum gerandisdegi
Vit bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Góða upplæring í starvinum
- Felags innleiðslu
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hjørdis í Liða, audiologist, tlf. 252727 ella á hjordis@ls.fo, ella til Ann Ellefsen, deildarleiðara, á annel@ls.fo.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Føroyskt






