Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Radiografur til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir radiografi til Røntgendeildina at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á fulla tíð, 40 tímar um vikuna, við tilkallivakt frá heimi um kvøldið/nátt og í vikuskiftinum.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum starvast umleið 1100 starvsfólk, harav 25 eru staðsett á Røntgendeildini - funktiónsleiðari, toymisleiðari, radiografar, sjúkrarøktarfrøðingur, læknaskrivarar/skrivarar og røntgenlæknar. Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Røntgendeildin ger hesar kanningar:

  • Konventionellar kanningar
  • CT-skanningar
  • MR-skanningar
  • Ultraljóðkanningar
  • Mammografi/screening

Um teg

Tú brennir fyri fakinum og ynskir at starvast á eini spennandi deild í tøttum samstarvi við fakliga dugnaligum starvsfeløgum, og kanst geva títt íkast til deildina bæði fakliga og sosialt.

Vit vænta, at tú:

  • Ert radiografur við danskari autorisatión
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Tað kann verða ein fyrimunur, men er ikki ein treyt, um tú hevur royndir innan MR.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Lisu Frederiksberg, funktiónsleiðara, tel +298 234505.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað4. august 2026
Umsóknarfreist17. august 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Valfrítt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki