Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Sjúkraføktarfrøðingur til Skurð-seingjadeildina G4/H2 á Landssjúkrahúsinum

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til

seingjadeildina G4/H2. Talan er um barsilsvikariat á brøki 0,8 í skiftandi vaktum í tíðarskeiðinum 01.08.2026 ella skjótast gjørligt, til 31.08.2027.

Deildin er ein kirurgisk seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynækologi, ONH og eygnasjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar virksemið Dagskurð.

Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.

Førleikar

  • tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • tú hevur dirvi, góð samstarvsevni og ert fleksibul
  • tú hevur fakligan áhuga innan økini
  • tú hevur eitt opið og jaligt sinni
  • tú hevur góðan telduførleika.

Vit kunnu bjóða

  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • upplæring á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mariu Matras Thorkildshøj deildarleiðara, tlf. 304599 - lokal 5064 t-post: marmt@ls.fo ella til Guðruna Setberg Lindenskov, depilsleiðara, tlf. 304599 - lokal 5102 t-post: gudli@fo

Lýsing er stovnað16. juni 2026
Umsóknarfreist30. juni 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki