Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Avloysarar sum atstøðingar til Sjúkraflutningstænastuna á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir avloysarum sum atstøðingar til Sjúkraflutningstænastuna í tíðarskeiðnum 1. sept. 2026 til 31. august 2027.

Talan er um fulltíðarstørv á brøk 1,0 í skiftandi vaktum

Hevur tú grundskeið eftir 2017 sum atstøðingur, kann tú byrja í starvinum beinavegin. Um tú ikki hevur grundskeið sum atstøðingur eftir 2017, skal tú gjøgnum eitt grundskeið á 6 vikur á Landsjúkrahúsinum.

Arbeiðsstaðið kemur at verða ávíkavist á støð 10 á Landsjúkrahúsinum, støð 30 í Vágum og støð 40 á Lambareiði.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ein partur á Sjúkrahúsverkinum, er at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 16 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Tann, ið settur verður sum avloysari, ið ikki er útbúgvin sum ambulansuatstøðingur fær eitt grundskeið/upplæring, áðrenn virkast kann sum atstøðingur í sjúkrabilinum. Viðkomandi fær vegleiðing av einum viðgera og hevur møguleikar fyri øðrum grundskeiðum, ið eru neyðug fyri at røkja starvið til fulnar.

Vit vænta, at tú

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
  • Hevur góðar sosialar / menniskjaligar eginleikar
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og lýkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti

Dentur verður lagdur á

  • fyltur 21 ár
  • minimum 9. floks prógv, miðnámsútbúgving kann vera ein fyrimunur
  • koyrikort til persónbil í minst 3 ár
  • koyrikort til bólk C ella D kann vera ein fyrimunur
  • menniskjaligar eginleikar
  • megnar at umstilla seg og taka við nýggjum avbjóðingum
  • reina revsiváttan
  • 1. hjálparprógv
  • góða heilsu og fysik
  • sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Royndartíðin er 6 vikur.

Um tú er nýggjur í starvinum, skal tú til eina fysiska roynd, sum saman við umsókn og samrøðu, er partur av setanartilgongdini.

Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd)

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan.

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Louis Hansen, deildarleiðara, tlf. 234601, teldupost: louha@ls.fo

Lýsing er stovnað19. juni 2026
Umsóknarfreist10. juli 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki